dekk og felgur - Michelin, Goodyear, Dunlop, Regal, Euro,  Nankang, Fulda, Nankang, Falken
Yvirlit / Sitemap Prentsnið av síðuni Sig vini frá
dekk og felgur - Michelin, Goodyear, Dunlop, Regal, Euro,  Nankang, Fulda, Nankang, Falken
Tú ert her:

 Um dekk

Kurv Eingin vøra er í kurvini.

Vert at vita um dekk

Dekkstøddin
Vissa tær altíð, at dekkini, tú keypur, hava røttu støddina. T.d. merkir 225/45-17 at breiddin á dekkinum er 225 mm og at hæddin á dekkinum er 45% av teimum 225 mm. Síðsta talið merkir, at dekkið hevur eitt innara tvørmát uppá 17 tummar - ella við øðrum orðum, passar til 17" felgu. Hygg eftir teim gomlu dekkunum ella set teg í samband við okkum, um tú ynskir hjálp hesum viðvíkjandi.

Ferð-kota
Øll dekk hava eisini eina ferð-kotu. Hetta er ein bókstavur, ið sigur, hvør hægsta ferðin er, tú kanst koyra við dekkinum (sí talvu niðanfyri).

   Ferð-kota

   Mesta ferðin í km/t 

N

 140

P

 150

Q

 160

R

 170

S

 180

T

 190

H

 210

V

 240

W

 270

Y

 300

ZR

 240

M+S
Umframt ferð-kotuna, kanst tú onkuntíð eisini finna stavirnir M+S, sum stendur fyri „Mud and snow“, tvs. móðra og kavi. Hetta merkir at talan er um vetrar- ella heilársdekk.

Aldurin á dekkinum
Á dekkunum er ein 3 ella 4-siffrað tal, ið fortelur um, nær dekkið varð framleitt. Tey bæði fyrstu numrini upplýsa um vikunummarið og seinna talið sigur okkum, hvat ár dekkini vórðu framleidd. Frá 1990 til 1999 var talið 3-siffrað við einum trýkanti til aftanfyri. Stendur t.d. 428“trýkantur“, merkir tað at dekkini eru framleidd í viku 42 í 1998. Frá ár 2000 bleiv hetta broytt soleiðis at kotan nú er 4-siffrað. Stendur t.d. 4202, merkir hetta at dekkini eru framleidd í viku 42 í 2002.

Lufttrýst
Týdningarmikið er at lufttrýstið er rætt, soleiðis sum tað stendur í vegleiðingini til bilin. Javnan kanst tú síggja hesi tøl millum førarahurðina ella innanfyri á bensindekslinum. Lufttrýstið verður vanliga mált í ”bar”. Um trýstið er ov lágt ella ov høgt kann hetta ávirka komfortin á bilinum, samstundis sum dekkið verður slitið skeivt og tískil ikki heldur so leingi sum tað átti at hildið.

Haldføri
Nýggj dekk eru vard av einum lagi av glyserin, sum varðveitir dekkið í nógv ár. Tá dekkið verður brúkt, slítist glyserinlagið burtur og dekkini torna skjótari upp, fáa verri koyrieginleikar og stytri livitíð. Um tey verða goymd í einum myrkum køldum rúmi (tá tey ikki verða nýtt), kunnu tey brúkast í upp til 10 ár og framvegis hava góðar koyrieginleikar. Vetrardekk versna longu eftir 5-6 árum, alt eftir góðskuni í gummiblandingini. Munur er eisini á teim ymisku dekkunum.

Vetrardekk eru ikki góð at brúka alt árið. Tey hava ikki gott vegtak í vátum føri um summarið og slítast eisini skjótari.

Somuleiðis eru summardekk ikki góð um veturin. Longu tá hitin ferð niðurum +5 ºC byrjar gummiið at gerast harðari. Hetta merkir at vegtakið gerst verri og bilurin gerst ringari at koyra. Set tí vetrardekkini á í góðari tíð, soleiðis at tú ert klárur tá ið kuldin og kavin kemur.

Hvat sigur lógin
Dekk á persónbilum, vøruvognum og minni lastbilum skulu hava eitt minstur, sum er í minsta lagi 1,6 mm til dýbdar inni á miðjuni á dekkinum (3/4 av dekkinum frá miðjuni at rokna). Slitindikatorar (gulur pílur) eru ymsa staðni á dekkunum. Tá ið dekkini eru slitin niður í somu hædd sum hesir indikatorar, ið eru 1,6 mm til hæddar, er dekkið ikki lógligt longur. Finnir tú ikki hesar slitindikatorar, ber til at hyggja á síðuna á dekkinum. Á nógvum dekkum stendur “TWI” út fyri slitindikatorarnar. Teir kunnu eisini vera markeraðir við einum píli. 

Broytir ein dekkstøddina á bilinum, skal ummálið í mesta lagi víkja 5% frá upprunaliga ummálinum.

Loyvi er ikki at seta ymisk dekk á sama aksil.

Frá 15. oktober til 1. mai er loyvt at koyra við píkadekkum. Heilárs- og vetrardekk uttan píkar hevur tú loyvi til at koyra við alt árið.

Dekkmaster | telefon 227 000 | info(at)dekkmaster.fo