dekk og felgur - Michelin, Goodyear, Dunlop, Regal, Euro,  Nankang, Fulda, Nankang, Falken
Yvirlit / Sitemap Prentsnið av síðuni Sig vini frá
dekk og felgur - Michelin, Goodyear, Dunlop, Regal, Euro,  Nankang, Fulda, Nankang, Falken
Tú ert her:

 Treytir

Kurv Eingin vøra er í kurvini.

Bílegging
Vel stødd og merki og tú fært beinanvegin at vita, hvat dekkið ella felgan kostar. Um júst tað dekkið ella tann felgan, ið tú kundi hugsa tær, ikki liggur inni á heimasíðuni, ert tú vælkomin at senda ein mail til Dekkmaster ella ringja 227000 fyri at fá at vita um vit ikki hóast alt kunnu skaffa júst ta vøruna, tú ynskir.

Latingartíð og útbering
Flestu vørur okkara liggja á fjargoymslu hjá undirveitarum okkara og latingartíðin er 3-10 dagar frá bílegging. Um vøran ikki er á goymslu hjá veitarum okkara, kann latingartíðin vera longri, og senda vit tygum nærri boð um latingartíðina við telduposti.

Vøran verður ókeypis koyrd til dyrnar í Tórshavn og nærindis. Skal vøran sendast út á bygd, verður hetta gjørt við flutningsfelag fyri vanligt gjald. Keypari rindar sjálvur fyri hetta.

Reklamatión
Boðast skal frá møguligum feilum ella manglum í seinasta lagi 5 dagar eftir at vøran er latin. Keyparin skal sjálvur vísa á og prógva feilin/mangulin. Um feilur/mangul er, sum ikki kemur til sjóndar beinanvegin, eigur keyparin at boða Dekkmaster frá feilinum/manglinum skjótast tilber og í seinasta lagi 2 ár eftir at hann hevur móttikið vøruna. Vanligt slit verður sjálvandi ikki roknað sum feilur/mangul. Keyparin skal sjálvur gjalda fyri av-/ásetan. Í sambandi við endurgjaldskrav, verður slit frároknað endurgjaldinum.

Rættur at angra
Tín rættur at angra keypið er galdandi í 14 dagar frá tí degi at tú móttekur vøruna.
Vøran skal latast aftur í upprunastandi og má ikki hava verið nýtt á ein slíkan hátt at søluvirðið er lækkað síðani móttøku.

Vøran kann sendast okkum ella latast okkum aftur á:

Dekkmaster
J.C. Svabos gøta 9
FO-100 Tórshavn

Vinarliga send okkum ein e-post til info(at)dekkmaster.fo frammanundan, so vit vita at vøran verður send okkum.

Tú mást sjálvur gjalda fyri flutningin av vøruni aftur til okkara.

Upplýsast má eisini kontonummar, ið vit kunnu flyta tær peningin aftur. Tá vit hava móttikið vøruna og hava fingið staðfest at hon er í upprunastandi verður keypsprísurin fluttur tær aftur á konto.

Garanti
Dekkmaster veitir 1 ára garanti uppá allar seldar vørur. Nakrir framleiðarar veita tó longri garanti. Ynskir tú at gera brúk av hesum, áliggur tað tær sum kundi, at venda tær beinleiðis til framleiðaran við møguligum krøvum

Prísur og gjalding
Goldið verður fyri vøruna frammanundan. So skjótt sum Dekkmaster hevur móttikið peningin fyri vøruna, verður vøran bíløgd frá undirveitara.

Hjá Dekkmaster kanst tú í løtuni bert gjalda við bankaflyting.

Peningurin skal gjaldast á konto 9181 147.445.8 í Føroya Sparikassa

Prísirnir, ið nevndir verða, eru allir við MVG. Dekkprísirnir eru fyri 1 stk., meðan felguprísirnir eru fyri 1 sett, dvs. 4 stk.

Prísirnir eru einans galdandi í Føroyum. Gjaldoyra er DKK.

Fyrivarni
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og villum.

 

Dekkmaster | telefon 227 000 | info(at)dekkmaster.fo