
|
|
Lekkur glastrevjahjálmur við góðari ventilatión framman og omaná. Hevur CoolMax bjálving - eitt hátøkniligt tilfar, ið flytur vætuna burtur frá húðini. Innmaturin er allergi-vinarligur og kann takast úr og vaskast. Ein kvalitets-hjálmur við glasi, ið ikki skøvast ella døggar. Hevur høkuhitara og næsaverju úr gummi. Posi fylgir við. Er góðkendur til motorsúkklu.
|